Nýtt heiti, nýtt snið – nýggjur samleiki. Í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Starvsmannafelagnum, ynskti felagið ymiskar lutir sniðgivnar, millum annað nýggja heimasíðu.

VIRKA fekk møguleikan at menna heimasíðuna, og mælti til, at felagið eisini dagførdi samleika sín, so hann gjørdist meira nútímans. Við at strika eitt orð í heitinum fekk felagið eitt lættari og rættari heiti.

Samleikin varð sniðgivin av nýggjum, og S´ið fekk myndalig virði.