Dátuverndarpolitikkur hjá VIRKA
Dagført: 15.06.2025
Hjá VIRKA taka vit dátuvernd í størsta álvara. Vit savna og viðgera bert tær persónligu dátur, sum eru neyðugar fyri at veita okkara tænastur, og vit tryggja, at tær verða viðgjørdar í tráð við galdandi lóggávu – herundir Dátuverndarlógina í Føroyum og ES’ dátuverndarlóg (GDPR).
Dátuábyrgdari?
VIRKA er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:
VIRKA
Ovara Pakkhús
Sigmundargøta 19
FO-100 Tórshavn
Teldurpostur: virka@virka.fo
Tel. (+298) 78 10 10
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Hvørji dáta savna vit?
Vit savna og viðgera hesar upplýsingar:
- Navn, teldupost, telefon og arbeiðspláss, tá tú setur teg í samband við okkum
- Upplýsingar tú sjálvboðin sendir okkum ígjøgnum kontaktformular, teldupost ella avtalur
- Upplýsingar um nýtslu av okkara heimasíðu (t.d. IP-adressa og cookies – sí niðanfyri)
Til hvat brúka vit dátur?
Persónligar dátur verða brúktar til hesi endamál:
- At svara fyrispurningum og samskifta við kundar
- At gera og halda avtalur
- At betra um okkara tænastur og heimasíðu
- At senda kunning og marknaðartilfar, um tú hevur givið samtykki til tess
Hvussu goyma og verja vit tínar dátur?
Vit goyma tínar dátur trygt og loyniligt, og hava sett í verk hóskandi trygdartiltøk fyri at fyribyrgja óviðkomandi atgongd, misnýtslu ella tapi av dátum.
Viðv. triðjapørtum
Vit deila ikki tínar persónligu dátur við triðjapartar, uttan tá hetta er neyðugt fyri at útinna eina tænastu, tú hevur biðið um, ella tá tað krevst sambært lóggávu. Vit tryggja, at allir veitarar og samstarvsfelagar, sum viðgera dátur fyri okkara vegna, lúka somu krøv til dátuvernd.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú m.a. rætt til at:
- Fáa innlit í tær dátur, vit hava um teg
- Biða um rætting ella striking av dátum
- Mótmæla viðgerðini ella biðja um avmarking
- Fáa dátur fluttar (data portability)
- Klagarætt til Dátueftirlitið
Kennifílur
Okkara heimasíða nýtir kennifílir til at betra um brúkaraupplivingina. Tú kanst velja at nokta ella strika kennifílir ígjøgnum tín kaga.
Handfaring av starvsumsóknum
Tá tú sendir okkum eina umsókn um starv ella starvsvenjing, viðger VIRKA tær persónligu dátur, tú sendir við. Hetta gerst fyri at kunna meta um og viðgera umsóknina.
Hvørji dátur verða viðgjørdar?
Vanliga umfatar dátur m.a.:
- Navn, bústað, telefonnummar og teldupost
- Útbúgving, arbeiðsroyndir og viðkomandi førleikar
- Møgulig viðheft skjøl (t.d. CV, prógv, viðmæli)
- Møguliga mynd ella samrøðunotur
Endamál við viðgerðini
Dátur verða einans brúktar til at meta um, um tú ert skikkað/ur til starvið, og at kunna samskifta við teg í hesum sambandi.
Hvør hevur atgongd?
Bert viðkomandi starvsfólk í VIRKA, sum eru partur av setanartilgongdini, hava atgongd til dáturnar.
Goymslutíð
Umsóknir og viðkomandi dátur verða vanliga strikaðar innan 6 mánaðir eftir, at starvssetanin er avgreidd – um ikki annað er avtalað við umsøkjaran (t.d. um tú verður tikin við í eitt starvsfólkayvirlit fyri komandi starvsmøguleikar).
Tín rættindi
Tú kanst altíð biðja um innlit í tær dátur, vit hava um teg, ella biðja um at tær verða rættaðar ella strikaðar.
Samband
Hevur tú spurningar um okkara dátuverndarpolitikk, ella ynskir tú at nýta tíni rættindi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.