At samskifta beinrakna vitan krevur serligt hegni. Og tað er júst tað sum tey í Granskingarráðnum duga.
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur júst latið úr hondum ársfrágreiðing, og VIRKA fekk høvið at taka sær av framleiðsluni. Vit mentu eitt snið, sum var greitt, snøgt og seriøst.
Harumframt skuldi sniðið útstrála forvitni, júst tí at forvitni ofta er drívmegin í gransking.
Umframt at menna sjálva ársfrágreiðingina, var eisini ein framløga gjørd, sum felagið nýtir tá úrslit skulu sýnast fram.
VIRKA stóð eisini fyri prentráðgeving og prentsamskipan, og frágreiðingin varð prenta á eitt umhvørisrætt og elegant pappírsslag, sum er haldført og kennist væl at halda í.