JobMatch riggar. Fólk vita, hvat tað er. Fólk vita, hvat tað ger. Alt við JobMatch tykist liggja í fastari og tryggari legu. Men Syntesa, felagið handan JobMatch, er ambitiøst. Og Syntesa setti sær fyri at vaksa um tiltakið, fyri at geva teimum starvsleitandi og lesandi enn størri møguleikar at koma í samband við føroyska vinnulívið.
Sagt, so gjørt. Flótandi punkt, ið bindast saman, finna saman og skapa sambond, gjørdust snúðningsásin. Punktini, sum áður flutu einsamøll, knýtast saman og broyta skap – og skapa nýggj virðir. Grundsniðið varð animerað og sett í alt lýsingatilfarið, ið vit framleiddu. Portalar, outdoor-skíggjar og sosialu miðlarnir blinkaðu við JobMatch-lýsingum allan desember mánaða – eisini hóast vandan fyri, at lýsingar ofta drukna í jólaresinum.
Tí varð JobMatch 2025 flutt í stórhøllina við Tjarnir. Fyri okkum í VIRKA var setningurin greiður: “Framleið eitt sniðkonsept, sum matchar ambitiónina um størsta JobMatch nakrantíð.”
Stórhøllin sjálv var á tremur við risaskíggjum, sum gav okkum rúmar møguleikar at gera sniðið gjøgnumgangandi á sjálvum degnum.
Og úrslitið, spyrt tú? Metluttøka, sjálvandi.
Ongantíð áður hava so mangar fyritøkur og stovnar luttikið á JobMatch, og ongantíð áður hava so nógv vitjandi verið til eitt JobMatch. Hetta er ikki bara VIRKA at takka. Men allíkavæl halda vit okkum eiga ein lítlan lut í góða úrslitinum.
(Ja, ja, sigur tú: “Góða úrslitið er bara, tí JobMatch riggaði so væl árið frammanundan”. Íðan … hvør tók sær av sniðgeving og marknaðarføringini tá? Rætt. Eisini vit.)
