"

Mjólk til Grønlands

MBM eru røsk at framleiða mjólk og mjólkaúrdráttir. So røsk, at tey framleiða ov nógv til føroyska marknaðin. Tískil hava tey góðu fólkini í MBM arbeitt við at flyta mjólk til aðrar marknaðir. Og tá tú skalt bjóða teg fram á øðrum marknaðum, er skilagott at siga nýggja marknaðinum frá júst, hvat er serligt við tínari vøru. Her kemur VIRKA inn í myndina.

Immuk merkir mjólk á grønlendskum. Tá MBM setti sær fyri at framleiða eina serliga mjólkvøru, vælegnaða til grønlendska marknaðin, vendu tey sær til okkara fyri at framleiða marknaðarføringstilfar til hesa góðu mjólkavøru.

VIRKA mælti til at gera ein stóran sølufilm, sum sigur søguna um stórbæru norðuratlantisku náttúruna í Føroyum, har neytini hava bestu umstøður at trívast og veita mjólk til fólk.

Vit søgdu søguna um reina umhvørvið, um nærlagni og passiónina hjá bóndunum, og vit søgdu eisini søguna um, at Immuk — mjólkina, sum er fastur gestur á hvørjum døgurðaborði.

Romantiskt? Ja.
Satt? Eisini ja.

Lýsingatilfar varð framleitt úr filminum, sum kundi innrykkjast á grønlendskum miðlum. Afturat tí vóru eisini gjørd pakkshots, sum seta mjólkapakkan í sera gott ljós.

Úrslitið? Vit kunnu av góðum orsøkum ikki avdúka vinnuloyndir hjá kundum okkara, men vit hava skilt á lagnum at vøran er sera væl móttikin og selur væl. Tað frøðast vit um.