Nýmentar føroyskar matvørur á matvøruhillarnar

Eitt nýtt átak varð sjósett. Búnaðargrunnurin savnaði bóndir og kokkar fyri at menna nýggjar føroyskar matvørur, sum skuldu vera klárar til sølubúðirnar. VIRKA varð biðið um at framleiða alt samskifti kring vørurnar – alt frá navngeving, til at finna íløtini vøran skuldi seljast í, at sniðgeva etikettir og samskipa alt samskifti.

Úrslitini skulu leggjast fram á ráðstevnuni TONIK.

Yvirordnað menti VIRKA eisini snið til felagsátakið Úr haga á hill. Hetta varð prentað á ein stóran bannara, ið prýddi básin, har kokkar og bóndir presenteraðu matin og borðreiddu við smakkiroyndum. Eisini mentu vit diplom og framløgukort.

Bára Joensen úr Varmakeldugarðinum varð parað við Poul Andrias Ziska, og tey framleiddu ein føroyskan siropp gjørdan úr mysu. Mysa er vætan, sum kemur burturúr, tá tú framleiðir ost.
Siroppurin var súrsøtur og varð serveraður saman við einari pannacottu. Samansetingin riggaði avbera væl, og siroppurin er eisini góður at koyra í t.d. ein temunn.

Vit valdu at presentera siroppin í einari glasfløsku – ásannandi, at siroppur ikki er ein gerandisvøra tú keypir. Etikettin varð gjørd í tveimum grønum litbráðum, sum riggaðu væl saman við gulliga siropplitinum. Heitið, vit góvu siroppinum, varð heilt einfalt: Mysa – føroyskur siroppur.

Berghild Mittún frá felagnum Lamb menti, saman við Sonna Zachariassen, eina føroyska lambspaté. Tað serliga við hesari patéini var, at høvuðsrávørurnar vóru lambslivur og hvítanýrur.

Úrslitið gjørdist ein forvitnislig livradeiggj við sterkum, serføroyskum smakki – perfekt til eitt forkunnugt kalt borð ella eitt tapas-kvøld.

Sniðið, vit mentu til lambspatéina, er einfalt og eksklusivt. Vit ynsktu at útrykkja, at hetta er ein forkunnug vøra við einum klassiskum, rustikkum sniði. Valið av litum og tilfari skuldi eisini útrykkja, at talan er um eina burðardygga loysn.

Jóhann Fagraklett úr Gásadalsgarðinum timaði upp saman við Janusi Einari Sørensen og Jaspuri Svabo Jørgensen. Teir settu sær fyri at framleiða tríggjar føroyskar sósir, sum skuldu taka kappingina upp við aðrar “lidnar” sósir í keypsbúðunum.

Konseptið snúði seg um at gera sósirnar so klárar, at tú bara skuldi blanda róma uppí og hita. So var klárt at borðreiða. Teir gjørdu eina lambssós, eina oksasós og eina piparsós – og væl smakkaði!

Tær tríggjar sósurnar fingu trý ymisk snið, men felags fyri tær allar var, at orðini Heimagjørt føroysk gingu aftur. Sósirnar vóru pakkaðar í plastdósir, og snøggar etikettir vóru settar á allar.

Eitt panel við útlendskum kokkum og matfólki smakkaði alt og valdi vinnaran. Vinnarar gjørdist Janus Einar, Jaspur og Jóhan við føroysku sósunum. Hjartaliga til lukku tit – og eisini hjartaliga til lukku til øll tey luttakandi!

Tað er umráðandi at menna nýggjar matvørur og at menna góðan mat. Framtíðin fer at leggja dent á góðsku og umhvørvisárin, og tí er tað gott at hugsa stuttflutt og at gagnnýta alt tilfarið, vit hava her á landi.

Eitt er at ynskja meiri føroyska matframleiðslu – eitt annað er veruliga at GERA tað.

Tað krevur nógv at fara undir slíkt, og tað krevur eisini, at fólk úr ymsum virkisøkjum finna saman og fremja hugskotini til veruleika.

Tí er samstarvið millum bøndur, kokkar og sniðgevar so týdningarmikið.

Onki verður gjørt uttan at onkur veruliga GER tað. Og nú er tað prógvað, at tað ber til at seta saman fleiri toymi og framleiða veruliga matvøru, sum fer til veruligar matvøruhandlar, har veruligar familjur kunnu keypa hana og seta á veruligu borðini heima. Veruliga.

Vit eru errin av at hava luttikið í hesi verkætlan, sum pressaði allar luttakandi partar at framleiða vøru – frá hugskoti til veruleika – upp á bert 16 dagar.

Væl gagnist, Føroyar.