Endamálið var at vísa føroyingum og norðurlendskum ungdómi á møguleikan, at taka eitt skeið á Grøna Háskúlanum á Sandi. Avgjørt varð, at gera ein stóran film og at taka hópin av myndum, og so nýta hesi í einari størri norðurlendskari lýsingaætlan.
Leikarar vórðu funnir til filmin, leikarar sum norðurlendski ungdómurin kann spegla sær í.
Grafiski samleikin, sum VIRKA eisini hevur ment, varð settur í spæl, bæði við filmi, heimasíðu og í lýsingum annars.
At arbeiða við einum átaki og tilfari, sum er so rætt og burðardygt var ein sonn frægd.