Tú fullførir okkum

VIRKA roynir at bryggja hin fullkomna drykkin, men vit mangla tey síðstu kryddini. Higartil hava vit ein snøggan, gløggan og eygagóðan drykk, men har manglar eitt sindur av flavøri. Kanska mangla vit ein villan Tabasco?

Ella ein søtan hunang?

Kanska ein beiskan tonik?

Vit eru ein samskiftisfyritøka, sum søkir tvey fólk, skal eg siga tær.

Okkum tørvar ein sera dugnaligan sniðgeva, sum dugir at fanga orðini í fundarhølinum og umseta tey til eitt genialt sniðkonsept. Ynskiligt er, at tú ert eitt fantastiskt menniskja, tí vit tíma bara fantastisk menniskju.

Okkum tørvar eisini ein lærling, sum vil gerast ein dugnaligur sniðgevi. Tú sært vakrar og greiðar sniðloysnir fyri tær, men hevur kanska ikki amboðini til at føra tankarnar út í lívið. Men stúr ei, vit hava amboðini her hjá okkum. Ynskiligt er, at tú ert yvirdrivið fitt fólk, sum hevur hug at vera saman við øðrum fittum fólki.

VIRKA er ein rættiliga nýggj samskiftisfyritøka. Vit sniðgeva, skriva, menna, upptaka, instagramma og you name it fyri okkara kundar, og nú er stundin komin at vaksa um starvsfólkahópin. Í dag eru vit fimm fólk, og tað er akkurát tvey ov fá.

Karmar okkara eru einastandandi, og vit hava ein lættan, óformellan tóna á skrivstovuni, meðan vit framleiða loysnir í serflokki til kundar okkara.
Tú vilt vita meira, ha?

Skriva á rjj@virka.fo ella ring á 781020 til Rók. Helsje?