TONIK

Á fyrsta sinni varð ein altjóða KT- og listaráðstevna hildin í Føroyum. Tað vóru Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Hugskotið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið sum skipaðu fyri stóra tiltakinum.

VIRKA fór í samráðingar við partarnar, og skjótt var gjørt av, at VIRKA bleiv partnari í tiltakinum. Okkara lutur var at hjálpa luttakarunum við grafiskum og hugskotsligum arbeiði, og vit prentaðu og sniðgóvu básar til høvið. Vit animeraðu, filmaðu, tóku myndir, varpaðu á sosialar miðlar og mangt, mangt annað.

Harumframt stóðu vit fyri marknaðarføringini av tiltakinum – og veist tú hvat? TONIK var útselt.

Vit elska at arbeiða við ambitiøsum fólkum, og hvat er meira ambitiøst enn at skipa fyri einari altjóða KT- og listaráðstevnu í fjarskotnu Føroyum.

Vit gleða okkum longu til TONIK 2024.