Taks ynskir spenning

Fyri at eggja til at nýta Mínboks, tá mann skal kanna hvørt mann fær pengar aftur í skatti ella ikki, ynskti Taks eitt dragandi konsept, sum fólk varnast og sum fær tey at forvitnast.

VIRKA loysti uppgávuna við at gera eina spennandi og næstan ræðandi mynd, sum bar ein spenningsboðskap.

Vit kunnu staðfesta, at Taks upplivdi eina markanta øking í talinum av brúkarum, sum leitaðu inn á Mínboks fyri at síggja um tey fingu pengar aftur frá Taks.