Nora 25 ár

Nora hátíðarhelt 25 ár av norðurlendskum samstarvi á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, og vit fingu høvi at standa fyri framsýningini.
Avbjóðingin var at vísa 17 útvaldar verkætlanir í einum høli, har tað kann vera trupult við plássi. Millum annað tí at har eru 8 berandi súlur í miðjuni í hølinum. VIRKA valdi at gagnnýta hesar súlur, so hvør teirrra varð nýtt til at presentera verkætlanir.
VIRKA sniðgav alla framsýniningina, menti eina serliga heimasíðu til framsýningina, framleiddi tveir filmar, stóð fyri prenti, montering og veitti hópin av ráðgeving og samskipan annars.
Verkætlanirnar kunnu eisini síggjast á www.nora25.com