
Klipp og klistur filmar
Tað snýr seg um endurnýtlsu. Og tí verða filmarnir framleiddir á burðardyggan hátt. IRF vildi framleiða filmstilfar, sum báði eggjar og lærir fólk at skilja burturkastið á rættan hátt. VIRKA mælti sjálvsagt til, at gera fólksligar stop/motion filmar, sum á lættan hátt lýsa málið. Saman við dugnaligum listafólki var eitt teknað univers skapt, og filmar og lýsingar sóu dagsins burðardygga ljós.
