
Greitt og gott
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.
Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-18 ár.
Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.
SSP vendi sær til okkara í VIRKA, tí teimum tørvaði av at fáa framleitt eina talgilda ársfrágreiðing, sum vísti vavið á arbeiði teirra, og sum varpaði ljós á mongu uppgávurnar og loysnirnar.
Vit gjørdu eitt sniðunivers sum á snøggan og greiðan hátt bant tilfarið saman við litum, infografikki og einfaldum yvirlitið, sum gevur lesarinum eina lætta leið ígjøgnum ársfrágreiðingina.
Les virkisætlanina her:

