
Sigl so
Vit kenna hann øll, íslendaran Herjólf III. Tað vil siga: vit hava øll eina meining um hann, hóast bert fá av okkum hava verið umborð á honum.
Men tað er ein sannroynd, at Herljólf III kom til Føroya, at røkja sigling fyri eitt av okkara hægst elskaðu strandfaraskipum í eitt avmarkað tíðarskeið. Og avmarkað, er eitt lyklaorð. Herjólfur III hevur avmarkaðan kapasitet mótvegis Smyrli, og tí hevði Strandferðslan tørv á nógvari og greiðari kunning, í sambandi við nýggju farleiðina.
VIRKA fekk høvið at standa fyri nógvu kunningini. Strandfaraskip Landsins tók eina djarva avgerð um, at nú skuldu ferðandi keypa ferðaseðlar á netinum áðrenn fráferð. VIRKA framleiddi kunning um talgilda bílegging fyri at fáa fólk at avgreiða ørindini á netinum. Og eisini vórðu hópin av vegleiðingum og vegleiðingarfilmum framleiddir.
Harafturat var neyðugt við gjøllari skelting og merking á Krambatanga og við Farstøðina í Havn. VIRKA hevur staðið fyrihesum rúgvismikla arbeiði. Greiður og snøggur skeltaleistur er mentur til Strandfaraskip Landsins, sum er hentur at nýta framyvir.
Og eisini var lýsingatilfar ment, sum kunnaði um ágóðarnar við at keypa ferðaseðlar online. Lýsingar til sosialar miðlar, portalar, útvørp og sjónvarp.
Og hvussu riggaði alt? Sambært kundanum og kundunum hjá kundanum eru øll fegin um loysnina, og upplivingin við avloysaraskipinum er ikki so ring, hóast alt.



