
Sambandsflokkurin á vágskálini
Farna vetur var politikkur á skrá. Hetta setti sín serliga dám á samfelagið, tá fólkið skuldi tala og velja politisk umboð á Fólkating og á Løgting. Vit stóðu fyri kampanjunum og samskiftisstrategiunum hjá Sambandsflokkinum, og mentu øll konseptini kring valstríð teirra.
Valstríð eru vorðin so sera fleirfasetteraði. Miðlalandslagið er fjøltáttað, og tú mást gera seperatar ætlanir til miðlarnar hvør sær, men sum samanlagt skulu peika sama stað – valklivan.
Til bæði valini bygdu vit kampanjurnar upp í tríggjar fasur – byrjanarfasa, miðfasa og eina endafasu – við hvør sínum intensiteti og tóna, og tá ið endafasan nærkaðist gjørdist alt einfaldari og meir einstáttað.
At arbeiða við einum flokki er stuttligt og spennandi, tí vit fingu høvi at arbeiða við mongum, ymsum veitingum. Har var sera nógv konseptmenning, skriviarbeiði, myndatøkur, filmsupptøkur, animeringar, prentfyrireiking, tíðindafundir, fyrireiking til miðlasamrøður og nógv, nógv annað.
Og úrsltið?
Fólkatingið varð vunnið og Sambandsflokkurin gjørdist næststørsti flokkur á Løgtingi, hóast kanningarnar spáddu eina risa afturgongd.


