Sálarheilsa á arbeiðsplássinum

Heilsuhjálparafelagið skipaði fyri ráðstevnu, sum setti fokus á sálarheilsu á arbeiðsplássinum. Tey vendu sær til VIRKA fyri at fáa hjálp til at lata ráðstevnuna í rætta búnan.

Vit navngóvu ráðstevnuna “Í Hond og Ond”, sum sipar til at andaligu og handaligu karmarnir skulu vera í javnvág á arbeiðsplássinum.

Heilsuhjálparafelagið hevði samansett eina rúgvismikla og spennandi skrá, sum VIRKA mælti til at nýta sum virknan lið í søluni.
Ein miðlaætlan varð gjørd, sum í stigum vísti á ymsu fakligu innsløgini á ráðstevnuni, og alt var varpað út í einum snøggum og effektivum grafiskum búna, sum var optimeraður til sosialu miðlarnar, serliga Instagram.

Eisini var ymiskt tilfar ment, at prýða Norðurlandahúsið við til sjálva ráðstevnuna.

So kanst tú spyrja: Riggaði tað? Einasta vit kunnu staðfesta er, at ráðstevnan var útseld tvær vikur áðrenn stóra dagin.

Sum tað er inspirerandi at arbeiða saman við ambitiøsum kundum.