Pent prent

VIRKA hevur sum serkunnleika, at veita holla prentráðgeving. Sama um talan er um magasinprent, tabloidprent, heftaprent, whateverprent. At standa fyri prenti er ikki bara.

Eitt vakurt magasin, ongin ivi um tað. Ingrediensur: dugnaligir høvundar, dugnaligir sniðgevar ið seta blaðið upp, dungaligar lýsingarstovur ið framleiða lýsingar, ambitiøsir lýsarar ið bjóða tænastur fram.

Men alt er líka mikið, um prentið ikki er gott. VIRKA hjálpir fleiri kundum við at standa fyri prentinum og tilhoyrandi prentráðgeving. Alt ov ofta eru prentlutir komnir aftur frá prentsmiðju, har úrslitið í besta føri er ein lunkað gleði. Aloftast er tað prentráðgevingin, sum ikki hevur verið nóg góð. Lata tit VIRKA standa fyri prentinum, er víst at prentið livur upp til vónirnar.

Prent løs, so segði hann.