
Snið til neyðtøka.fo
Nýggja neyðtøkutilbúgvingin er skipað og sett í verk, og ynski var at geva tilbúgvingini ein grafiskan samleika, so at samlaði innsatsurin fær eitt felags samskiftiligt útrykk.
VIRKA mælti til, at tilbúgvingin nýtir heitið “neyðtøka.fo”, sum er snúningsásin í øllum samskiftinum. Hevur ein persónur verið úti fyri neyðtøkuroynd, skal viðkomandi ikki ivast í, hvar hjálpin er at finna.
Tí er sjálvt búmerkið eisini heimasíðubústaðurin, neyðtøka.fo. Fert tú á neyðtøka.fo sæst hvussu tú ber teg at.
Kring sjálvt búmerki er eisini ein samskiftisleistur mentur, sum á lættan hátt greiður frá leiklutinum hjá tilbúgvingini.
Umráðandi er at vísa hita, umsorgan, vón og styrki í samskiftinum. Eisini verður mælt til, at gera hópin av samskiftistilfari, plakatum og lýsingum, og gera tilfarið so sjónligt sum tilber, so at samleikin og samskiftið í sjálvum sær gerst fyribyrgjandi.
Allir føroyingar frá 0 til 120 skulu vita, at tað er á neyðtøka.fo at hjálpin er at finna.
VIRKA ynskir Neyðtøkutilbúgvingini blíðan byr, og vit vóna samstundis at tað ongantíð verður tørvur á henni.



