Ein reinur vinnari

Tá sáttmáli millum Kemilux og Róðrarsamband Føroya varð undirskrivaður, skuldi sponsoratið aktiverast.

VIRKA fekk til uppgávu at kunna føroyingin um nýggja samstarvið.

Hetta varð millum annað gjørt við at framleiða ein film, sum lýsti sambandið partarnar millum, og sum heiðraði tjóðarítróttini.

Saman við einum kameraliði, 4 bátsmanningum og eini 50 statistum varð filmurin framleiddur, og úr filminum spratt annað lýsingatilfar.