
Jobmatch 2022
Kundin: “Hey tú, eg ynski at lýsa við einum tiltaki, sum verður 29. desember. Eg eri greið yvir, at alt druknar í løgtings- og jólalýsingum, men eg ynski at lýsa við Jobmatch allíkavæl, og eg ynski eisini at øll leggja merki til tað. Kunnu tit fixa tað?”
Vit: “Ja”.
Jobmatch hevur undanfarnu árini verið avbjóðað av koronu. Farnu tvey árini hava fyriskipararnir hildið starvsstevnuna talgilt, men nú kundu tey endliga aftur bjóða lesandi, fyritøkum og stovnum at hittast andlit til andlit í frálíku kørmunum í Norðurlandahúsinum. Tí var tað umráðandi, at lýsa tiltakið væl og virðiliga, so at møgulig vitjandi skiltu, at nú var tiltakið aftur eitt fysiskt tiltak.
Avbjóðingin var, at menna eitt lýsingaunivers, sum sást aftur millum mongu val- og jólalýsingarnar, og sum samstundis innihelt alt tað mest neyðuga – hvat, hvar og nær.
Loysnin var simpulten at menna eitt neon-ljósskelta univers. Sjónligt og egið. Heitið varð teknað og animerað sum glampandi ljósskelti, sum týðiliga lýsti millum allar gløgg og x-við meg lýsingarnar.
Lýsingar vórðu gjørdar til flest allar talgildar pallar. Tað verið seg portalar og sosialar miðlar. Eisini var kunningartilfar ment til skíggjar í Norðurlandahúsinum, so samlaða kunningarupplivingin var samanhangandi.
Og úrslitið? Metluttøka.


