
Grøni Háskúlin
Moldmentannar Háskúlin á Sandi hevur dagført samleika sín. Tey gjørdu av, at nýta frálíka navnið “Grøni Háskúlin”, og hava fingið sniðgivið nýtt búmerki og hartil er ein grafiskur leistur mentur til teirra samskifti. Grøni Háskúlin samskiftir nógv á sosialu miðlunum, umframt at lýsingar og plakatir eru mentar, fyri at gera tað lættari hjá fólki, at tekna seg til hesi burðardyggu háskúlaskeið.
Um búmerki er at siga, at tað gjørt einfalt og nútímans. Beinar linjur, sum saman siga eina søgu, um eina vakra fløtu við gróðuri og lívi. Gløgga eyga kennur millum annað mølheyggjarnar aftur, og veltan er eisini týðilig í myndini. Búmerki er teknað í einum frískum grønum liti.
Til samskifti skúlans eru ment elementir, sum á lættan og smidligan hátt kunnu nýtast á eitt nú Instagram. Hetta gevur myndum teirra ein heilt egnan stíl. Elementini eru klárgjørd í skipan, so kundin lætt kann seta inn og tillaga eftir vild.
Vit takka Grøna Háskúlanum fyri frálíka og burðardygga samstarvi.



