
Gott hugskot
Hugskotið er stovnur, sum veitir nýstovnaðum fyritøkum og íverksetum innivist, ráðgeving, mentorskipan og netverk. Í Hugskotinum sleppur tú at fínpussað títt konsept, so tað er klárt at fara á marknaðin.
Hugskotinum tørvaði ein imagefaldara, sum stutt og greitt lýsir virkisøki teirra, og sum greiðir frá hvussu tú gerst partur av Hugskotinum. Sjálvsagt varð farið undir at menna ein kreativan faldara – ein faldara, sum var grundaður á eitt hugskot, og sum samstundis er hentur og snildur at hava við sær, tá Hugskotið er á ferð.
VIRKA stóð fyri myndatøkum, tekstframleiðslu, sniðgávu og prent.
Faldarin er eitt faldað A3 ark, prentað góðskugott pappír. Loysnin var eitt gott hugskot til Hugskotið.



