Førarasetrið

At menna heimasíður er spennandi. Ímynda tær okkara gleði, tá vit sluppu at menna eina heimasíðu til ein koyriskúla, sum eisini er ein tilmeldingarskipan.
 
Førarasetrið ynskti at gera tað lættari og greiðari hjá sínum kundum at melda seg til eitt koyriskeið, ella bara eitt teoriskeið. Kundarnir kunnu taka koyrikort í persónbili, motorsúkklu, lastbili og øðrum.
Koyriskúlar skulu vera nútímans og fleksiblir, tí skeiðini mugu haldast, tá tað hóskar kundunum, og tað skal vera lætt hjá kundunum at finna skeið sum hóskar teimum. 
 
Men størstu vørurnar hjá einum koyriskúla eru fólkini ið starvast har. Og feðgarnir báðir, sum reka skúlan, hava sanniliga báði gott orð á sær og hava drúgvar og góðar royndir.  
VIRKA legði til rættis, teknaði, forritaði og stóð fyri myndatøku og filmsgerð. Og sjálvandi varð dronan send í luftina.