
Vælkomin til HollyHavn
Tórshavnar Kommuna hevur sett ein filmsgrunn á stovn og vildi varpa hetta út, so bæði filmsvinnan og borgararnir skilja boðskapin. VIRKA fekk uppgávuna, at menna ein samskiftisleist, sum skuldi skapa áhuga fyri nýggja átakinum hjá kommununi.
Vit mentu eitt sjangrurætt konsept, sum er bygt á mongu kenningarnar frá Hollywood filmunum, men her sett inn í eitt Tórshavnskt univers. Við myndaviðger, 3D animatión, filmstónleiki og einum djúpum speakið gjørdist úrslitið heilt serligt.
Einfalt, stuttligt og effektivt.