Bústaðartiltøk

BankNordik hevur bústaðartiltøk kring landið, har sjóneykan verður sett á umbygging. VIRKA hevur tilevnað marknaðarføringina av tiltøkunum.

Fyri at lýsa hetta, er ein lýsingaleistur framleiddur, har tú sært eini “troytt” hús í føroyskum umhvørvi. Og síðani er ein skitsa løgd yvir húsini, fyri at vísa hvussu tey kunnu umbyggjast. Soleiðis skilja vit endamálið við tiltøkunum.