
Bókin Heðin
Hon er stór. Hon er drúgv. Hon er rúgvismikil. Hon er á tremur við spennandi lesnaði. Og so er hon eisini ómetaliga snøgg. Vit tosa sjálvandi um bókina “Heðin”.
Hetta er bókin, sum sigur søguna um hin mest markanta og effektiva mannin í politisku søgu Føroya. Bókin gevur innlit í fleiri av størstu avrikum hansara, og tú fært greiði á, hvør maðurin handan almenna profilin veruliga er.
Vit á VIRKA hava samskipað, sniðgivið, umbrotið og staðið fyri prentinum av bókini. Bókin er ein sokallað hálvbindsbók, innbundin við reyðum stoffi um ryggin við hvítum silkiprenti, mattlaminerað perma við hvítum blonkum 3D lakki, svørtum for- og baksatsi og reytt prýði- og lesiband. Bókin er 632 síður við teksti og prýdd við nógvum myndum.
Hjartaliga til lukkku til forlagið Glaðsheyggur við útgávuni og takk fyri gott samstarv.




