At basa eini heimsfarsótt

Einaferð var tað ein pandemi, sum legði heimin lamnan. Saman við myndugleikunum stóð VIRKA fyri mestsum allari koronukunningini, og átøkini broytist í heilum, sum farsóttin broyttist.

Filmar, ljóðlýsingar, animeraðar lýsingar, skeltir, plakatir, prentlutir og mangt annað var framleitt fyri at kunna almenningin um tey mongu tilmælini. Neyðugt var, at arbeiða skjótt, tí tilmælini broyttust í heilum, so hvørt vísindin lærdi meira. Sum tíðin leið, fór kunningin í tvey spor. Eitt blátt koronuspor og eitt grønt koppsetingarspor. 

Hóast tað var spennandi at arbeiða við koronukunning, fegnast vit um, at koronukunning ikki fyllir okkara gerandisdag longur. 

Minst til–tað tú gjørdi–gjørdi mun.