At skipa fyri einari stórari norðurlendskari kokkakapping, sum setir sjóneykuna á tað, ið bindur okkum saman í økinum, er spennandi.
Avtalað varð við kundan, at útrykkið skuldi vera:
- Ungt
- Norðurlendskt
- Sera nútímans
- Vilt
Vit fóru til verka, og mentu eitt snið, sum setti flugubein í øll áðurnevnd kriteriu.
Sniðið bleiv sett í lív á einari heimasíðu og á hópin av lýsingum, sum vóru strategiskt plaseraðar kring norðurlondini, soleiðis at ungdómurin í Norra, Íslandi, Føroyum og Grønlandi varð ekpsoneraður fyri teimum.
Fyriklæði, kokkajakkar og skreytlutir vóru eisini prýdd við samleikanum.