
Jobmatch kann okkurt
Sum grækarismessa, sum ólavsøka, sum jól. Jobmatch er eftirhondini vorðin fastur, týðandi táttur í Føroyum. Virkir, feløg og stovnar spíla seg út, og vísa seg í sínum besta ljósi, og gløgg høvd koma á gátt.
Vit eru errin av at standa fyri sniðgevingini og marknaðarføringini av Jobmatch. Í 2023 var metluttøka. Og veist tú hvat? Í 2024 var aftur metluttøka.
Tað er sjálvandi ikki bara VIRKA at takka, tí fólkini handan Jobmatch arbeiða alt árið við at selja tiltakið. Men hóast alt, stjala vit okkum ein lítlan part av successini.
Sniðið hesaferð snúðið seg um sambond og netverk. Frískir litir. Einfaldur súmbolikkur. Praktiskt snið sum kann nýtast til mangt. Bumm.


