Fiskaaling var eitt alment partafelag, har arbeiðsøkið ikki matchaði við heitið teirra. Tí á Fiskaaling aldu tey ikki fisk. Heldur granskaðu tey alt innan aling, og tískil stóðst eitt ynski um, at fara í holtur við eina samleikabroyting. Ella rebranding, um vit skulu vera ordiliga reklamuslig.
VIRKA gjørdi internt og eksternt kanningararbeiði, har starvsfólk og kundar fingu høvið at úttala seg um samleika felagsins, vit gjørdu greiningar og leiddu eina demokratiska tilgongd, har starvsfólk vóru við til at finna endaliga heitið á felagnum.
Heitið gjørdist FIRUM. FIRUM er samanseting av FIRðir og UMhvørvi.
Sniðið er gjørt við íblástri frá seiðakaranum. Tólið, ið føroyingar nýttu til at hyggja undir vatnskorpuna. Elegant, sambundið og nútímans sniðgeving.