Visit Norðoy fór undir tilgongd, at skipa ferðavinnuna norðanfyri tunnilmunnan til Klaksvíkar. Avgjørt varð, at flagga undir tí meira altjóða heitinum “Visit North”, tí hetta er lættari at finna og lesa hjá ferðafólki.

Málið var, at gera mongu tilboðini sjónlig, og at byggja eitt brand, sum er lætt at kenna aftur. Tað skuldi útstrála økið og virðini og samstundis vera nútímans og frískt.

Tí hava vit gjørt eitt snið, sum er bygt upp av seks javnt tungum lutum, sum umboða tær seks Norðoyggjarnar. Lutirnir eru settir saman soleiðis, at tú hómar eitt V og eitt N, sum eru framstavirnir í Visit Norðoy.

Fyri at eggja íbúgvunum at taka lut í ferðavinnuni, og fyri at gera tað lættari at menna vørur og tænastur til ferðafólk, varð ein heimasíða ment, har øll hava møguleika at bjóða seg fram.